STUÐLIÐ FÍGGJARLIGA:
Sjálvt smáar upphæddir hava stóran týdning. Peningurin røkkur langt í India.
Hvør króna fer óskerd til arbeiðið. ONKI fer sostatt til fyrisiting.
- Dagligi raksturin á: Skráset.nr. 9865 Kontonr.1031265
- Byggjaríið á: Skráset.nr. 9865 Kontonr.1034558
- Um tú ynskir at sponsorera eitt barn, ein prest ella lærara, setið tykkum vinarliga í samband við kassameistaran Samal Jakobsen á tlf. el. t-post:
Biðið fyri barnaheiminum Grace Home ...
Anbu og Barbara Rajamani er leiðarapar á kristna barnaheiminum Grace Home.
Standið saman við okkum í bøn. Tit kunnu stuðla við at byðja til okkara himmalska Faðir í navni Jesu Krists.
Bønarevni:
- Biðið fyri at fátæk, einkjur, sjúk og onnur útsett her kunnu fáa gleði av Grace Home matgávunum og fáa teirra eygu/hjørtu rættað móti Jesusi Kristusi sum Frelsara
- Biðið fyri at okkara tvangsfluttu gentur kunnu fáa loyvi til at venda aftur, tá okkara nýggja barnaheim stendur klárt.
- Biðið fyri tænastu okkara, barnaheimi, skúla og missiónstænastuni
- Biðið fyri møguleika okkara at geva børnunum eina góða útbúgving
- Biðið fyri góðari heilsu hjá okkum
- Biðið fyri andaliga vøkstrinum hjá børnunum og framtíð teirra í Harrans víngarði
- Biðið fyri, at fólkini aftanfyri barnaheim, skúla oo mugu fáa Guds vísdóm í tænastuni
- Biðið fyri missiónsarbeiðinum hjá Anbu Rajamani millum dalittar og indarar sum heild, at tey mugu koma at kenna Jesus Kristus sum teirra Frelsara
- Biðið fyri nýggja kristna skúlanum og nýggja barnaheiminum
- Biðið fyri burturtøkuni av órættvísu kastuskipanini í landinum
- Biðið fyri fleiri forbyðjarum, vinum og stuðlum í okkara tænastu í Jesusi Kristi